Tveir nýggir tilburðir

Tveir nýggir tilburðir
 
09.09.2021 - 12:07

Tveir nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár.

Tað boðar Landslæknin frá í morgun. 

Í eina førinum er smittan staðfest við kanning tveir dagar eftir komu til Føroyar. Í hinum førinum er talan um ein skúlanæming, har smittukeldan er kend.

963 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 27 fólk smittað í Føroyum.

Koppsettu á Giljanesi
314 fólk vórðu koppsett í gjár. 

Av teimum fingu 97 fyrra prikið og 217 fingu tað seinna. 

178 fólk nýttu høvi at koppseta seg, tá eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum var á Giljanesi í gjár. 

Í alt 37.106 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 35.140 liðug koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025