Óvanligt at melda mál um innstillingar

24.09.2021 - 09:24
AktueltSamfelag
Óvanligt at melda mál um innstillingar
Løgreglan hevur ikki havt slík mál fyrr, sigur Michael Boolsen, fúti
Michael Boolsen, fúti
 

- Eg minnist meg ikki hava sæð tílíkt mál fyrr.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, um at Mentamálaráðið hevur meldað ein leka í sambandi við setanina av skúlastjóra í Vestmanna skúla. 

Í farnu viku kom fram, at skúlastýrið í Vestmanna skúla vildi hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í mentamálum, tí hann hevði ikki sett tann í starvið, sum setanarnevndin instillaði sum nummar eitt. 

Forkvinnan í stýrinum sigur í skrivinum til Mentamálaráðið, at avgerðin als ikki kann forsvarast. Brævið endar við eini hóttan um at fara til fjølmiðlarnar.

Mentamálaráðið meldaði

Mentamálaráðið svarar aftur við at melda lekan, tá ið tíðindini verða borin í fjølmiðlunum.

Sambært landsstýrismanninum er talan ikki um ávís fólk, men Michael Boolsen, fúti, sigur við Kringvarpið, at talan er um navngivin fólk.

Útvarpið hevur sent skrivligan fyrispurning til løgregluna, um tey fyrr hava havt mál, har ein leki um innstilling er meldaður, men tað hava tey ikki, sigur Michael Boolsen.

Tó er okkurt dømi í Danmark um tílík mál, sigur fútin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mars
Fótbóltur: Moldova - Føroyar
154670
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470
Týsdag 21. mars
Vísindavøka 2022
154454