Niels Áki bestur í Junior DM

Niels Áki bestur í Junior DM
Niels Áki Mørk vann um vikuskiftið Danmarksmeistarastevnuna í veklyfting fyri juniorar. Hann vann bæði gull í 67 kilo vektflokkinum og samanlagt.
Tað gongur væl hjá Niels Áka Mørk í vektlyfting fyri tíðina
Mynd: Privat  
 
11.10.2021 - 17:11

Niels Áki Mørk vann í gjár Danmarksmeistarastevnuna í veklyfting fyri juniorar. Hann vann bæði gull í 67 kilo vektflokkinum og kappingina um sinclair-stig, har úrslitini í øllum vektklassunum verða roknað saman í ein bólk.

Ungi havnarmaðurin var einsamallur í sínum vektflokki, so tað gullið var rímiliga trygt. Hann skuldi fyrst og fremst tryggja sær eitt góðkent lyft í hvørjari av teimum báðum greinunum, trekk og stoyt.

Men harumframt fór hann eftir at lyfta upp til sítt besta og setti tá bæði føroyskt og persónligt met í trekk, stoyt og samanlagt. Vinnaralyftini hjá Niels Áka vóru 85 kilo í trekk og 105 kilo í stoyt. Samanlagt 190 kilo.

Fyri tveimum vikum síðani luttók 19 ára gamli nýkosni junior danmarksmeistarin, sum eisini er junior komandi ár, saman við seks øðrum føroyingum í senior DM. Tá vann hann eitt silvurheiðursmerki.

Niels Áki Mørk kappast í Danmark fyri danska felagið AK Atlas, men býr og venur í Føroyum, har hann er partur af Styrkifelagi Føroya, ið er landsdekkandi felag fyri fleiri styrkiítróttir. Frank Petersen, venjari í AK Atlas og hjá danska kvinnulandsliðnum, venur føroyingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162