Russland lagt undir at hava stolið koppingarevni

Russland lagt undir at hava stolið koppingarevni
Bretska fregnartænastan sigur, at russar stjólu uppskriftina, sum heilivágsfyritøkan AstraZeneca gjørdi
Bretska fregnartænastan sigur, at russar vóru so skjótir á marknaðinum við koppingarevni fyri koronu, tí teir stjólu uppskriftina, sum AstraZeneca gjørdi.
 
12.10.2021 - 09:29

Tá koronufarsóttin fór at herja í fjør, var Russland eitt av teimum fyrstu londunum í øllum heiminum at hava koppingarevni fyri koronu.

Nú verða russar lagdir undir at hava verið so skjótir, tí teir stjólu uppskriftina til AstraZeneca-koppingarevnið, sum er ment á lærda háskúlanum í Oxford.

Og tað er ikki hvør sum helst, sum kemur við hesum skuldsetingum, men bretska fregnartænastan, skrivar Daily Mail.

Upplýsingarnar komu undan kavi, tá trygdarkeldur í fregnartænastuni kunnaðu bretskar ráðharrar um málið.

Agentur hjálpti til

Ein loyniligur agentur hjálpti til at fremja stuldurin, so Putin, forseti, kundi vera við í kappingingi at framleiða heimsins fyrsta koppingarevni fyri koronu.

Bretska fregnartænastan sigur, at russiska Sputnik-koppingarevni byggir á somu grundreglu sum AstraZeneca.

Fregnartænastan sigur seg hava prógv fyri, at ein russisk moldvørpa, sum var í Bretlandi, stjól uppskriftina. Men um loyniligi agenturin smuglaði skjøl ella hettugløs við koppingarevni av landinum, er ikki greitt.

AstraZenece-koppingarevnið er góðkent í Evropa, men fleiri lond eru givin at brúka tað, tí tað verður sett í samband við blóðtøpp.

Danmark var eitt av londunum, sum gavst at brúka AstraZeneca-koppingarevnið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053