Uppsjóvarskip keypt til Havnar

Uppsjóvarskip keypt til Havnar
Smápartafelagið Gráastein í Havn hevur keypt norska uppsjóvarskipið Havfisk úr Noregi fyri 65 mió. kr.
 
18.10.2021 - 10:38

Havfisk eitur nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum. 

Tað er smápartafelagið Gráastein í Havn, sum hevur keypt norska uppsjóvarskipið Havfisk úr Noregi fyri 65 mió. kr.

Skipið fiskar sild fyri norsku eigararnar í løtuni, men kemur til Føroya um eina viku ella tíggju dagar, sigur Birgir Lútzen í Gráasteini.

Havfisk er bygt í 2000.

Felagið hevur mannað skipið.

 

Ango hevur keypt Junior

Hitt felagið, sum fekk uppsjóvarfisk, tí tey høvdu ætlanir um at keypa skip, Ango í Vági, hevur eisini keypt skip.

Ango hevur keypt Junior úr Hirtshals. Junior var fyrr Nýborg, sum var í Vági í eina tíð.

Junior er eisini frá 2000. Skipið kemur til Føroya um eina viku, og skal eita Ango. 

Junior

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688