Eltingin hjá Posta av Sunleifi Álaberg endað í løgtinginum

Eltingin hjá Posta av Sunleifi Álaberg endað í løgtinginum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skal nú svara upp Posta-eltingina í løgtinginum. Tað er Bjarni Hammer, tingmaður, ið spyr, hvat Jørgen Niclasen heldur um málið
Málið um Sunleif Álaberg, fyrrverandi postmaður, sum Føroya rættur hevur staðfest bleiv eltur í loyndum og burturvístur av órøttum, er endað í løgtinginumi hann av órøttu
 
20.10.2021 - 12:20

Tað hevur vakt miklan ans, at tað er komið fram, at Posta, sum er eitt alment partafelag, í loyndum hevur elt Sunleif Álaberg, postmann, við myndatóli, tí leiðslan í Posta vildi prógva, at Sunleif Álaberg snýtti Posta við at skriva sær ov nógva yvirtíð. 

Føroya rættur hevur staðfest, at Sunleif Álaberg ikki snýtti Posta, og tí var hann burturvísur av órøttu av Posta. Sunleif Álaberg fekk 252.000 krónur í endurgjaldi fyri mista inntøku. 

 

Endað í løgtinginum

Nú er málið eisini endað í løgtinginum, tí Posta er eitt alment partafelag. 

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, sum varar av Posta, hvat hann heldur um ítøkiliga Postamálið. 

Bjarni Hammer spyr:

  1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um ítøkiliga stríðsmálið millum leiðsluna í Posta og starvsfólk, har Posta er dømt í Føroya Rætti fyri, av órøttum, at hava sagt starvsfólk úr starvi, at hava elt og tikið ólógligar myndir av starvsfólkinum?
  2. Kann landsstýrismaðurin greiða løgtinginum frá, um hetta er eitt einstakt fyribrigdi ella um onnur stríðsmál hava verið millum leiðsluna og starvsfólk?
  3. Góðtekur landsstýrismaðurin framferðarháttin hjá Posta, og heldur landsstýrismaðurin tað vera nøktandi fyri eitt alment partafelag?
  4. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, fyri at tílík forfylging av starvsfólkum í almenna partafelagnum ikki endurtekur seg?

Viðferðin, sum Sunleif Álaberg, postmaður, fekk av Posta, hevur fingið nógv umrøðu í Degi og viku. 

20211014_SUNLEIF_ALABERG_BLEIV_BURTURVISTUR_AV_OROTTUM

 

Dimmalætting hevur eisini skrivað um málið: - Eingin eigur at verða viðfarin á henda hátt

 

Kann vera revsivert at elta

Tað kann vera revsivert í loyndum at elta starvsfólk, heldur Dátueftirlitið. 

20211015_ELTING_KANN_VERA_REVSIVERT

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650