14 milliónir krónur til havgransking

14 milliónir krónur til havgransking
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til fýra havgranskingarverkætlanir
 
23.10.2021 - 11:10

Fýra nýggjar havgranskingarverkætlanir hava fingið játta stuðul.

Tað boðar Granskingarráðið frá.

Tað er faknevndin fyri skránna um havngransking í Norðuratlantshavi, sum hevur játtað í alt 14 milliónir krónur til fýra verkætlanir.

Hetta eru fyrstu játtanirnar frá granskingarskránni, sum danska stjórnin hevur játtað stuðul til á donsku fíggjarlógini í tíðarskeiðium 2020 til 2023.

Endamálið við granskingarskránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.

Talan er um tvær ph.d-verkætlanir og tvær post.doc verkætanir við luttakarum frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark, umframt Noreg og Skotlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210