Klaksvíkingar verða spurdir um tænastuveitingina

Klaksvíkingar verða spurdir um tænastuveitingina
Klaksvíkar kommuna samtykti í gjárkvøldið einmælt at játta 200.000 kr. til kanningina
Klaksvíkar kommuna fer nú at skipa fyri borgarakanning.
 
29.10.2021 - 13:44

Ein borgarakanning skal gerast í Klaksvíkar kommunu.

Býráðið í Klaksvík samtykti í gjárkvøldið at kanna, hvat fólk og onnur halda um tænasturnar, sum kommunan veitir.

Kanningarúrslitini verða viðgjørd í politisku skipanini og í fyrisitingini við tí endamáli at kunna veita eina betri og miðvísari tænastu, sigur býráðið.

Ætlanin er at gera kanningina við spurnarkanningum, samrøðum og borgarafundum. 

Býráðið játtaði einmælt 200.000 kr. til kanningina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101