Arbeiðsgevarar krevja koronupass

Arbeiðsgevarar krevja koronupass
Arbeiðsgevarafelagið tekur ráðgevingina til eftirtektar, og fer at krevja koronupass í sambandi við størri tiltøk
Skipanin um koronupass verður í gildi, til heilsufakligu myndugleikarnir broyta tilmælini, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
 
08.11.2021 - 13:04

Nú smittutølini við COVID-19 hava verið so stór sum ongantíð áður, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt av at seta krav um koronapass fyri at sleppa við til størri tiltøk.

Eitt koronupass er prógv fyri lidna koppseting, andevnisváttan, um ein hevur verið sjúk/ur, ella negativa PCR test, sum ikki er eldri enn 48 tímar.

Vinnuhúsið skrivar, at heilsufakligu myndugleikarnar mæla til, at krøv antin verða sett um koppseting ella negativa test. Fólk, sum hava verið sjúk við COVID-19, verða javnsett við koppsett í hesum sambandi. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt av at taka ráðgevingina til eftirtektar og eftir samskifti við koronaráðgevingina gjørt av, at seta krav um koronapass í sambandi við størri tiltøk.

Henda skipan verður galdandi, til heilsufakligu myndugleikarnar broyta tilmælini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860