Breddin: Stjórn í USA og koronupass í Føroyum

Breddin: Stjórn í USA og koronupass í Føroyum
Tvey evni eru í sendingini í dag
Joe Biden vann amerikanska forsetavalið í fjør, men síðani hevur gingið aftur á hondina hjá demokratunum í USA.
 
11.11.2021 - 09:20

3. november í fjør var forsetaval í USA.

Joe Biden vann valið, men nú, gott og væl eitt ár seinni, er undirtøkan fyri demokratisku stjórnini snøgt sagt ikki góð. 

Í útvarpsstovuni skifta vit orð um fyrsta árið hjá Biden forseta, og vit spyrja, hví tað gongur so illa hjá demokratunum. 

Og leygardagin kemur tilmæli um koronupass í føroyska samfelagnum í gildi.

Michael Boolsen, fúti, greiðir frá, hvussu koronupassið í roynd og veru fer at virka.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659