Bátur sleit í Hvalvík og skriðulop á Hulkavegnum

Bátur sleit í Hvalvík og skriðulop á Hulkavegnum
Løgreglan hevur fingið nakrar fráboðanir um skaða í illveðrinum
 
16.11.2021 - 09:09

Um átta tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um ein seglbát, sum hevði slitið og lá í grótkastinum í Hvalvík. Bjargingarliðið í Sundalagnum varð sent á staðið.

Um tvey tíðina í nátt fór ein stórur rútur í einum bygningi á Tvøroyri. Sløkkiliðið var sent á staðið at taka sær av tí.

Og um fýra tíðina í morgun var eitt skriðulop á Hulkavegnum á Strondum. Eyrur og grót ruddi oman á vegin. 

Neyðugt var at senda eina gravmaskinum at rudda vegin, so at koyrandi var aftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339