12 milliónir aftrat til koronukanningar í ár

12 milliónir aftrat til koronukanningar í ár
Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini vilja hava landsstýrismannin í heilsumálum at gera vegleiðing um koronukanningar fyri at spara pengar
Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, og hini samgonguumboðini í nevndini vildu ikki játta so nógv til koronukanningar, sum Heilsumálaráðið bað um, men tey vilja hava eina vegleiðing um kanningar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2021 - 15:39

Løgtingið hevur samtykt at játta 12 milliónir krónur aftrat til koronukanningar í hesum árinum, og samstundis skal ein vegleiðing gerast, nær neyðugt er at lata seg kanna.

Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini løgdu broytingaruppskotið fram við triðju viðgerð av eykajáttanarlógini fyri oktober.

Við triðju viðgerð kom fram, at Heilsumálaráðið bað fíggjarnevndina um 18,3 milliónir kr. aftrat, men samgonguflokkarnir vildu bara játta 12 milliónir kr.

Teir søgdu í viðmerkingunum til broytingaruppskotið, at koronukanningar eru dýrar, og tí er tað av stórum týdningi, at kanningarvirksemið verður avmarkað til bara neyðugar kanningar.

Undir orðaskiftinum varð upplýst, at m.a. landslæknin hevur verið á fundi í fíggjarnevndini, og hann heldur ikki, at tað verður kannað ov nógv, kanska í minna lagi.

Biðja um vegleiðing

Men samgongan í fíggjarnevndini heldur, at táttast má í.

Til tess at forða fyri, at óneyðugar kanningar verða gjørdar í sjúkrahúsverkinum, og fyri at avmarka útreiðslurnar hjá landskassanum, heittu samgonguflokkarnir á fíggjarnevndini á landsstýrismannin í heilsumálum at skipa fyri, at ein greið vegleiðing verður gjørd um, nær neyðugt er at lata seg kanna.

Uppskotið varð samtykt við 10 atkvøðum fyri og átta ímóti.

Við hesi eykajáttanini eru játtaðar tilsamans slakar 45 milliónir kr. til koronukanningar, sum Landssjúkrahúsið skal standa fyri í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817