Herverk og harðskapur

Herverk og harðskapur
Nógv mál hjá løgregluni í nátt
 
28.11.2021 - 10:34

Herverk var framt á ein bil í Havn í nátt. Tað upplýsir løgreglan í morgun. Brotsmaðurin hevði oyðilagt ymiskar lutir inni í bilinum, men brotsmaðurin hevði tó mist eitt samleikaprógv inni í bilinum. 

Hetta lættir munandi um hjá løgregluni at kanna málið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun. Málið verður kannað nærri í dag.

Eisini vóru fýra ferðsluóhapp í nátt orsakað av hálkuni. Tey vóru í Klaksvík, í Leirvík, á Gomlurætt og í Vági. Ein sjúkrabilur varð sendur á staðið í sambandi við eina óhappið, tí at bilurin var farin á rull. Men tá ið komið var á staðið, varð staðfest at talan var bert um materiellan skaða.

Jólaborðhald og nógv fólk

Fitt av fólki var í býnum í nátt í sambandi við jólaborðhald, og løgreglan hevur av tí sama havt nokk at gera.

Um midnáttartíð varð ringt eftir løgregluni fyri at skilja sundur ein bardaga í Steinatúni. Her var talan um tannáringar, ið høvdu lagt á ein ungan drong. Drongurin var sendur á sjúkrahúsið til kanningar, og har var staðfest, at drongurin hevði fingið heilaskjálvta.

Nakrir av tannáringunum eru avhoyrdir bæði av barnavernd og av løgregluni, og verður hildið fram at avhoyra í dag. Væntandi verða teir ákærdir fyri harðskap, sigur vakthavandi.

Seinni út á náttina varð løgreglan boðsend fleiri ferðir fyri at skilja ávirkað fólk sundur. Og í trimum førum hevði hetta við sær, at viðkomandi fekk bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Eisini varð løgreglan boðsend at heinta ein ávirkaðan mann, ið var farin til gongu gjøgnum Eysturoyartunnilin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860