Løgtingið skal góðkenna fíggjarnevndarskjøl

Løgtingið skal góðkenna fíggjarnevndarskjøl
Fíggjarnevndin játtaði 3,5 milliónir kr. til farsóttartilbúgving, tá koronu tók seg uppaftur í summar.
 
01.12.2021 - 11:22

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um at góðkenna eykajáttanirnar, sum fíggjarnevndin hevur latið við fíggjarnevndarskjali í ár.

Talan er um ein umbøn upp á 3,5 milliónir krónur til farsóttartilbúgving, tí koronufarsóttin tók seg uppaftur í summar, og útlit vóru til, at játtanin á fíggjarlógini til farsóttartilbúgving fór ikki at røkka til virksemið.

Í uppskotinum er haraftrat tikin við dagførd meting av koronukanningum av ferðandi til Føroya, og tað, sum tey hava goldið fyri kanningina.

Útreiðsluneutrala hækkingin í útreiðslum og inntøkum er sostatt átta milliónir kr., sigur Fíggjarmálaráðið. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040