Uppsjóvarkvotur skulu umleggjast til eginkvotur beinanvegin

Uppsjóvarkvotur skulu umleggjast til eginkvotur beinanvegin
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um broytingar í sjófeingislógini
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ætlar at broyta sjófeingislógina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2021 - 13:46

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt eitt broytingaruppskot til lógina um sjófeingi fyri tingið.

Uppskotið er, at tey umleið 38.000 tonsini av makreli, svartkjafti og norðhavssild, sum eru latin til vinnuligar royndir og verkætlanir, ískoyti til verandi kvotur og kvotur til skipakeyp, kunnu gerast til eginkvotur beinanvegin, um mett verður, at grundarlag er fyri framhaldandi og burðardyggum fiskiskapi, og um treytirnar annars hava verið hildnar. 

Sambært galdandi lóg kan tilsøgn um kvotur verða latin í upp til fimm ár. Í lógini um sjófeingi stendur at: 

Fiskiloyvi verður latið upp til eitt ár í senn, og kann bert verða endurnýggjað, um treytirnar í tilsøgnini eru hildnar. Er loyvi givið til veiðu eftir ávísum fiskaslagi sambært hesi grein í samanlagt fimm ár, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn taka avgerð um at leggja kvoturnar um til egnar árskvotur, um mett verður, at grundarlag er fyri framhaldandi og burðardyggum fiskiskapi, og treytirnar í loyvinum annars hava verið loknar, og loyvishavarin lýkur vanligu treytirnar ásettar í §§ 11-13.

Leggja um beinanvegin

Við lógarbroytingini kann landsstýrismaðurin altso við fyrisitingarligari avgerð leggja kvoturnar til vinnuligar royndir um til eginkvotur beinanvegin. 

Í galdandi lóg er ikki heimild at flyta óbrúktar kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum eru settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir í 2021, til 2022. 

Avlopsnøgdir av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir í 2021 kunnu flytast til 2022.

Umframt hesa broyting vil landsstýrismaðurin eisini sleppa at lata kvotur frá 2020, sum ikki eru fiskaðar, at verða fiskaðar í 2022. 

Eisini verður brúksskyldan tikin burtur fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild.

Veiðiloyvi og stál

Tann 1, januar verður veiðiloyvi aftur tengt at stálinum, og tað merkir eftir galdandi lóg, at tað er skipið, sum skal fiska kvotuna.

Tað verður fyri uppsjóvarfiskin broytt soleiðis, at loyvishavarin kann avhenda kvoturnar, uttan at missa tær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610