Sjey flogskiparar hava fingið starvið aftur

Sjey flogskiparar hava fingið starvið aftur
Tveir vóru settir aftur í starv í fjørheyst, fýra eru settir í november, og ein flogmaður verður settur aftur í starv á nýggjárinum
Atlantsflog roknar við, at flúgvingin í 2022  fer at nærkast  virkseminum í 2019.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.12.2021 - 13:39

Síðani uppsagnirnar í mai mánaði í fjør, eru sjey av uppsøgdu flogskiparunum settir aftur í starv.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við ábyrgd av Atlantsflogi, í svari til grein-52 fyrispurning frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.

Sum avleiðing av koronukreppuni segði Atlantsflog umleið 100 fólkum úr starvi, harav 19 flogskiparar.

Tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin vildi hava landsstýrismannin at svara, um almenna flogfelagið raðfestir bíliga, útlendska arbeiðsmegi fram um royndar, føroyskar umsøkjarar, nú tørvur er á meira fólki til arbeiðis.

Løntir eftir sama sáttmála

Atlantsflog hevur upplýst fyri Fíggjarmálaráðnum, at í fjørheyst fingu tveir flogmenn størvini aftur, í november 2021 eru fýra flogmenn settir í starv, og avtala er gjørd við ein flogmann, sum byrjar aftur í starvi tann 1. januar 2022. 

Allir hesir sjey flogmenninir eru millum teir 19 uppsøgdu flogmenninar frá mai 2020, og allir eru settir eftir sama sáttmála og neyvt sama lønarstigi, sum teir vóru løntir eftir, tá teir vóru sagdir úr starvi, stendur í svarinum frá Jørgen Niclasen til Jóhannis Joensen.

Starvsfólkakostnaðurin 24 mió. kr. í ár

Eisini hevur Atlantsflog upplýst fyri landsstýrismanninum, at í tíðarskeiðnum 1.januar til 30.september í 2019 vóru starvsfólkakostnaðir til  flogskiparar og flogternur 36,9 milliónir krónur. Sama tíðarskeið í ár vóru starvsfólkakostnaðir til flogskiparar og flogternur 24 milliónir.

Í svarinum frá landsstýrismanninum verður upplýst, at Atlantsflog roknar við, at flúgvingin í 2022  fer at nærkast  virkseminum í 2019.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846