Ferðsluljós: Færri koyra í bergholunum norður um Fjall

Ferðsluljós: Færri koyra í bergholunum norður um Fjall
Eingin ætlan er um at broyta skipanina við ferðsluljósum, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum
Síðani ferðsluljósini vóru sett upp, er miðalferðslan í bergholunum norður um Fjall minkað.
 
09.12.2021 - 08:40

Fleiri bilar koyrdu í bergholunum norður um Fjall, áðrenn ferðsluljósini komu har.

Miðalferðslan frá 1.mars til 15.juli í ár var millum 1815 og 1280 bilar um samdøgrið.

Frá 16.juli, tá ferðsluljósini komu, til 24.november var hon millum 1666 og 1175 bilar.

Eingin ætlan er um at broyta skipanina við ferðsluljósum.

Tað verður upplýst í svari frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.

570 metrar boraðir

Upplýst verður eisini, at 570 metrar eru boraðir í nýggju bergholunum norður um Fjall.

Gomlu bergholini eru stongd, meðan sprongt verður í teimum nýggju, tí grót datt undan loftinum í gamla bergholinum, tá ið sprongt var fyri tunnilsmunna í nýggja Árnafjarðarbergholinum.

Tað ber ikki til at staðfesta, um grótið kom frá sjálvari spreingingini, men av trygdarávum avgjørdi Landsverk at steingja bergholini, meðan sprongt verður. 

Spreingja tvær ferðir um dagin

Sprongt verður tvær ferðir um dagin, seinnapartin og um kvøldið hvønn dag um vikuna. 

Síðani fyrsta dagin er einki grót dottið úr loftunum í gomlu bergholunum.

Eftir jól verður mett, um gomlu bergholini framvegis skulu vera stongd, meðan sprongt verður í teimum nýggju. 

Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um ferðsljuljósini norður um Fjall. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360