Eldraøkini gerast partur av talgildu heilsuskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum

Eldraøkini gerast partur av talgildu heilsuskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum
Eldraøkini og Sjúkrahúsverkið hava í dag skrivað undir sáttmála, sum inniber, at eldraøkini gerast partur av talgildu heilsuskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum.
Eldraøkini hjá kommununum verða nú partur av talgidlu heilsuskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum
Mynd: Kommunufelagið  
 
17.12.2021 - 14:40

Eldraøkini og sjúkrahúsverkið vara av somu borgarum, sum ofta hava tætt tilknýti til báðar geirar í sambandi við tørv á viðgerð og røkt.

Við nýggja samstarvinum verður samskiftið tvørturum geirar talgilt í einari tryggari skipan, skrivar kommunufelagið.

Hetta merkir, at tá eitt fólk verður útskrivað frá sjúkrahúsverkinum og skal hav aframhaldani viðgerð ella røkt f´r aeldraøkinum, fer nú at bera til at deila tær upplýsingar, sum eru viðkomandi.

Men júst hendan talgilda heilsuskipanin, Coscmic eitur hon, skal skiftast út innan næstu árini, eftir at veitarin herfyri segði avtaluna við sjúkrahúsverkið upp. Men tá sjúkrahúsverkið fær eina nýggja skipan, so flytur eldraøkið við, skrivar kommunufelagið.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392