Fíggjarlógin samtykt

Fíggjarlógin samtykt
Samgongan stóð saman, og feldi øll broytingaruppskotini hjá andstøðuni
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2021 - 13:04

Samgongan stóð saman um fíggjarlógina fyri 2022, sum varð samtykt í gjárkvøldið. 

Orðaskiftið og atkvøðugreiðslan var liðug um níggjutíðina í gjárkvøldið.

Undan triðju viðgerð, sum var í gjár, legði andstøðan  31 broytingaruppskot fram. Tey vórðu øll feld.

Samgongan legði um 25 broytingar fram í einum uppskoti, og tær broytingarnar vóru allar samtyktar.

Fyribils er avlopið á fíggjarlógini fyri 2022 góðar 36 milliónir kr., men uppskot um at hækka avgjaldið á bensini og diesel og at hækka vegskattin, skulu geva landskassanum 24 milliónir kr., aftrat.

So talan verður um eitt avlop uppá 60 milliónir kr., tá avtornar, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini, Erhard Joensen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472