2.603 fráboðanir um hvítvask síðani 2011

2.603 fráboðanir um hvítvask síðani 2011
Deildin hjá donsku løgregluni, sum fæst við hvítvask, SØIK, hevur fingið 2.603 fráboðanir frá føroyskum peningastovnum síðani 2011
SØIK hevur fingið 2.603 fráboðanir frá føroyskum peningastovnum síðani 2011
 
23.12.2021 - 09:40

SØIK, statsadvokaten for særlig økonomisk og international kriminalitet, upplýsir í sambandi við ein fyrispurning, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, setti Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, at stovnurin hevur fingið 2.603 fráboðanir frá føroyskum peningastovnum síðani 2011.

Talið er støðugt vaksið seinastu árini.

Tað var null í 2011, 20 í 2012, 665 í fjør og 661 í ár.

Tølini frá árunum fyri 2011 eru strikað.

 

352 sendar til myndugleikum

Av teimum 2.603 fráboðanum. sum eru komnar úr Føroyum, eru 352 sendar øðrum myndugleikum. 

169 eru sendar SØIK og politinum annars, teirra millum eru 31 mál við upplýsingum frá politinum í Føroyum.

Um Kabila netverkið svarar Nick Hækkerup, at ikki kann upplýsast nakað um tað, tí møguliga skulu fráboðanir um tað kannast. 

Sambært politinum í Føroyum hava eingi sakarmál um hvítvask verið í Føroyum frá 2010 til nú, hóast nøkur mál eru kannað. 

Heldur ikki eru mál í Føroyum um hvítvask fyrnað.
 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138