- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marita Petersen verður heiðrað av Fólkatinginum

Marita Petersen, sum var Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður, telist millum tær 30 kvinnurnar, sum formansskapurin í Fólkatinginum fer at heiðra við nýggjum málningi, skrivar heimasíðan hjá Fólkatinginum.
Tær 30 kvinnurnar, sum verða á málninginum, hava onkursvegna havt stóran týdning fyri fólkaræðisliga virkið hjá kvinnum síðan 1915.
Marita Petersen var var virkin í landspolitikki í 10 ár, frá 1988 til 1998.
Umframt at vera løgtingskvinna og landsstýriskvinna, var Marita Petersen fyrsta kvinna, sum var løgmaður og løgtingformaður.
Hon var eisini fyrsti kvinnuligi formaður í Javnaðarflokkinum og í Lærarafelagnum.
Marita Petersen doyði í 2001, 60 ára gomul.
Ein úr Føroyum og ein úr Grønlandi
Málningurin av teimum 30 kvinnunum skal hanga í einum av vøkru rúmunum á Christiansborg, sonevnda samtalurúminum.
- Í formansskapinum, halda vit, at nú var upp á tíðina at heiðra nakrar av dugnaligur kvinnunum, sum hava mynda danskan politik seinastu 100 árini, sigur Henrik Dam Kristensen, formaður í fólkatinginum.
Eisini eru tveir politikarar frá Føroyum og Grønlandi valdir, sum ikki hava verið limir í Fólkatinginum, men sum hava havt ein stóran leiklut í fólkaræðisligu gongdini í ríkisfelagsskapinum, skrivar ft.dk.
Grønlendska kvinnan á myndini verður Ruth Heilmann - fyrsta kvinnan í ríkinum, sum gjørdist tingformaður.
Listin við øllum 30 kvinnum kann síggjast her.



























