106 fleiri nýggir persónbilar í fjør

106 fleiri nýggir persónbilar í fjør
Hóast vøkstur í persónbilatalinum, vóru tilsamans 68 færri akfør skrásett í 2021
1988 nýggir persónbilar vóru skrásettir í fjør.
 
03.01.2022 - 16:20

106 fleiri nýggir persónbilar vórðu skrásettir í fjør enn í fyrraárið.

Tað vísa tøl frá Akstovuni.

Í fjør vórðu skrásettir 1988 nýggir persónbilar afturímóti 1882 í 2020. Vøksturin er umleið seks prosent. 

68 færri

Tilsamans vóru 2953 akfør skrásett í fjør, 68 færri enn árið fyri. Afturgongdin er 2,3 prosent. 

174 brúktir persónbilar vóru innfluttir í fjør, 118 fleiri enn í 2020.

Tilsamans vóru 385 brúkt akfør skrásett í fjør, 99 fleiri enn í fyrraárið. Vøksturin er umleið 35 prosent. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810