Nevndin í Magni umskipað

Nevndin í Magni umskipað
Teitur Nolsøe Poulsen er nýggjur nevndarformaður
Orkufelagið eigur nú Magn, og Teitur Nolsøe Poulsen er nýggjur nevndarformaður.
 
04.01.2022 - 09:06

Nevndin í partafelagnum Magni er umskipað, nú Magn er selt smápartafelagnum Orkufelagnum.

Tveir íslendingar eru farnir úr nevndini. Teir eru Árni Pétur Jónsson og Jón Ásgeir Jóhannesson, sum var nevndarformaður.

Tveir aðrir íslendingar eru komnir í nevndina.Teir eru Páll Snorrason og Torvaldur Gissurarson.

Teitur formaður

Tveir føroyingar eru eisini komnir í nevndina hjá Magni.

Teir eru Teitur Nolsøe Poulsen, sum nú er nevndarformaður, og Gunnar Mohr. 

Íslendingar eiga 60 prosent av Orkufelagnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334