- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaflokkurin: Óvist um nakað mótvalevni verður uppstillað
Tveir mánaðir kunnu vera ein long tíð í politikki.
Tað er aktuella støðan við landsfundinum hjá Fólkaflokkinum eitt aktuell prógv um.
Fundurin skuldi upprunaliga verða hildin í november, men er útsettur til koronustøðan aftur loyvir fleiri fólkum at møtast.
Grundleggjandi øðrvísi fortreytir
Men hóast tað einans eru tveir mánaðir síðan, at landsfundurin skuldi verið hildin í Vestmanna, so verður komandi landsfundur hildin undir grundleggjandi øðrvísum fortreytum.
Í november valdaði rímiliga friður yvir flokkinum, sum útattil tóktist at standa samlaður í politiska arbeiðinum á tingi.
Men nú verður talan um ein fund, sum skal svara brennandi spurninginum, um hvørja leið Fólkaflokkurin skal fara: Tann liberal, tann konservativa ella eina millumloysn.
Rivur í november
Tí undir tí friðarligu yvirflátini í november vóru rivnur, sum seinastu vikurnar eru komnar til sjóndar og hava ført til umfatandi broytingar í tingbólkinum, landsstýrismanningini og siðvenjuni, at ósemjur verða hildnar innanveggja í Fólkaflokkinum.
Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eru farin úr landsstýrinum og í teirra stað eru komin tvey óskrivað bløð í Árna Skaale og Sólvit Nolsøe.
Annika Olsen og Brandur Sandoy teljast ikki longu millum tingmanningina, eftir at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur aftur tóku sæti á tingi.
Brandur Sandoy hevur sjálvur tikið avgerð, um at fara úr flokkinum, meðan Annika Olsen í farnu viku gjørdi greitt, at hon ikki stillar upp aftur fyri flokkin, meðan Jørgen Niclasen er formaður.
Fólkaflokkurin niður í eina helvt
Og stríðið millum tann liberala og konservativi flokkin hevur verið útspældur fyri opnum skíggja seinastu tíðina.
Eitt slíkt stríð, sum vanliga ikki verður væl móttikið av veljarunum. Nakað sum eisini sæst aftur í kanningunum hjá spyr.fo.
Í kanning frá farnu viku, sum spyr.fo gjørdi fyri Miðlahúsið, bleiv Fólkaflokkurin nevniliga hálvveraður í tingmannatali.
>>SÍ GREIN: Fólkaflokkurin minkar niður í eina helvt
Hvussu trygt situr Jørgen?
Ófriðurin seinastu vikurnar, handfaringin av aktuellu støðuni og vánaligu veljarakanningarnar seta sjálvandi eisini spurning við, um hvussu tryggur Jørgen Niclasen situr á formanssessinum?
Í Degi & Viku hevur Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, boðað frá, at hann ikki hevur nakað ímóti, um formaðurin verður skiftur.
Kkringvarpið hevur verið í samband við fleiri av økisfeløgunum og aðrar sentralar persónar í flokkinum í morgun.
Og sum skilst er tað ein spurningur sum verður umrøddur í feløgum kring landið, men tað er ikki bara sum at siga tað at koppa einum verandi formanni.
Ikki lætt at koppa formanninum
Fyrsta fortreytin er í øllum føri, at ein triðingur av ting- og landsstýrismanningini peikar á eitt annað valevni, sum skal hava sæti á tingi ella í landsstýrinum.
Tað merkir, at fýra ting- ella landsstýrisfólk skulu peika á eitt valevni at stilla upp móti Jørgeni Niclasen.
Men eitt er at verða uppstillaður, tað er nakað heilt annað at verða valdur.
Óvist um nakað mótvalevni verður
Kringvarpið skilur eisini, at tað er óvist, um undirtøka er millum politisku umboðini at skjóta nakran upp, um man frammanundan ikki veit, at viðkomandi verður valdur.
Og ta avgerðina eigur floksleiðslan, sum telur 27 fólk.
Hon er mannað av teimum 11 ting- og landsstýrisfólkini, umframt forfólkini og eitt umboð aftrat frá teimum átta limafeløgunum.
Limafeløgini eru tey sjey økisfeløgini og ungmannafelagið Huxa.