- Tíðindi, mentan og ítróttur
Martin Joensen: Eg fegnist um menningina innan tón- og málningalistina

Heilsan hjá Martini Joensen hevur bilað í seinastuni, og tí fekk hann ikki verið til staðar, tá hann fekk Serstøku virðisløn landsins 2021 í SALT í kvøld.
"Eg harmist um, at tað ikki untist mær at vera í Salt í kvøld, men eg havi verið har, og tað er ein fantastiskur bygningur. Heilsan loyvir tí ikki, men nú gongur móti ljósari tíðum," staðfesti Martin Joensen í einari videoheilsan.
"Eg havi altíð kent meg priviligeraðan fyri at sleppa at takast við tað, ið eg elski at gera," segði Martin Joensen millum annað í takkartaluni.
Fyri Martin Joensen hevur listin altíð verið ein óloysiligur partur av gerandisdegnum hjá sær.
"Eg havi altíð fingist við antin tónleik, grafikk ella málningalist. Men eg fegnist mest av ølum um ta menning, sum eg síggi innan bæði tónlistina og málningalistina."


























