WHO: Mugu fáa enda á koronufarsóttini

WHO: Mugu fáa enda á koronufarsóttini
Aðalskrivarin í heimsheilsustovninum sigur, at vit eru komin á eitt vegamót, nú farsóttin fer undir sítt triðja ár
Tedros Ghebreyesus er aðalskrivari í WHO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.01.2022 - 15:27

Heimsins lond mugu arbeiða saman fyri at fáa ein enda á koronafarsóttini, og vit hava øll amboðini til at gera tað.

Tað segði aðalskrivarin í heimsheilsustovninum WHO á tíðindafundi í Týsklandi í dag, skrivar Reuters.

- Covid-19-farsóttin fer nú undir sítt triðja ár, og vit eru komin á eitt avgerandi vegamót, segði Tedros Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO.

 

Samstarva um koppseting

- Vit mugu arbeiða saman fyri at gera enda á álvarsama partinum av farsóttini, tí vit kunnu ikki lata hana draga óneyðugt út, legði hann aftrat.

Aðalskrivarin hevur í fleiri umførum heitt á heimsins lond um at samstarva meiri um koppseting fyri koronu.

Í gjár segði evropeiski leiðarin fyri WHO, Hans Kluge, at omikron-frábrigdið kann gerast endin á farsóttini í Evropa. Hann segði í sama viðfangi, at eini 60 prosent av fólkunum í Evropa kunnu vera smittað við koronu, áðrenn mars mánaður byrjar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329