- Tíðindi, mentan og ítróttur
Afturlit: Gløðandi orrustan millum Ukraina og Russland
Ukraina, sum er næststørsta landið í Evropa eftir evropeiska partin av Russlandi, liggur landafrøðiliga upp at bæði Russlandi og Evropasamveldinum, og ukrainska stjórnin hevur sagt seg sum útgangsstøði vilja hava gott og virðiligt samband við báðar partar.
Ávísir fólkabólkar stríðast kortini beinleiðis fyri, at Ukraina leggur seg nærri øðrum partinum.
Har vesturi í Ukraina vil meirilutin draga tjóðina nærri Evropa. Har eysturi í landinum vil meirilutin, at Ukraina heldur eina meira russiska kós.
Russland og russisk loysingarfólk í Ukraina hava nú ræðið á umleið sjey prosentum av Ukraina: Krim-hálvoynni og umleið einum triðingi av landspørtunum Lugansk og Donetsk har eysturi í landinum.
Í alt eru okkurt um 17 prosent av íbúgvunum í Ukraina at rokna sum etniskir russarar, serliga har eysturi í landinum.
Vladimir Putin, forseti í Russlandi, hevur í fleiri umførum sagt, at Russland hevur eina ábyrd av teimum fólkunum, hóast tey eru ukrainskir ríkisborgarar.
Ukrainskt er einasta alment viðurkenda høvuðsmálið í Ukraina, men russiska málið er eisini útbreitt. Fleiri landspartar hava viðurkent russiskt sum alment høvuðsmál á hædd við ukrainskt.
HAGTØL
- Høvuðsstaður: Kiev
- Fólkatal: 44 mió.
- Vídd: 600.000 km2
- Mál: Ukrainskt er almenna høvuðsmálið, men ein fjórðingur tosar eisini russiskt
- Tjóðardagur: 24. august
- Gjaldoyra: Ukrainsk hryvnia
Tíðarlinja við nøkrum hæddarpunktum
1922
Ukraina verður partur av Sovjetsamveldinum.
1954
Krim-hálvoyggin, sum hevur verið partur av russiska partinum av Sovjetsamveldinum, verður flutt undir ukrainskt stýrið.
Samstundis verður hátíðarhildið, at 300 ár eru liðin, síðan Ukraina og Russland skipaðu ríkjafelagsskap.
Russland og Ukraina eru partar av Sovjetsamveldinum undir leiðslu av Nikita Khrusjtjov, og Krim-hálvoyggin er framvegis at rokna sum sovjetskt.
1991
Sovjetsamveldið dettur sundur, og Ukraina lýsir seg leyst sum sjálvstøðugt tjóð.
90 prosent í Ukraina atkvøða fyri sjálvstýri.
Stýrið í Moskva tekur í sama viðfangi undir við, at Krim verður verandi sjálvstýrandi partur av Ukraina.
Har eysturi í Ukraina vilja mótmælisbólkar heldur undir russiskt vald, men Russland hevur hvørki fíggjarliga ella politiskt vald at krevja tað.
Stórur meiriluti var fyri loysing á fólkaatkvøðuni í Ukraina í 1991.
1998
Tjóðartingið í Ukraina góðkennir við stórum meiriluta eina vinaravtalu við Russland.
Avtalan ber í sær, at Russland viðurkennir ukrainska markið, sum tað var, tá Sovjetsamveldið datt sundur í 1991, og at Krim-hálvoyggin verður verandi ukrainsk.
Semja er eisini um, at Russland kann framhaldandi brúk Krim sum støð fyri sín flota í Svartahavinum.
2000
Vladimir Putin verður forseti í Russlandi.
Hann heldur, at Russland hevur ábyrgd av teimum russisku fólkabólkunum í Ukraina, sum halda, at Ukraina eigur at styrkja tilknýtið til Russland.
2010
Viktor Janukovitsj, sum hevur verið forsætisráðharri í Ukraina, verður valdur til forseta.
Hann heldur, at Ukraina eigur at styrkja sambandið við Russland, men hann sigur seg í sama viðfangi vilja varðveita góðu viðurskiftini við ES.
2013
Evropasamveldið og Janukovitsj samráðast um samstarvsavtalu, sum kroystir forsetan at velja millum ES einumegin og Russland øðrumegin.
Tann støðan elvir til innanhýsis spenning og syndring í Ukraina.
Úr Brússell verða krøv sett fram um, at stórar broytingar skulu henda í Ukraina, um stjórnin ætlar sær tættari samstarv við Evropasamveldið. Nýggjar rættarskipanir skulu setast í verk, m.a. fyri, at fólkaræðislig val kunnu haldast rættvíst.
Russisk loysingarfólk í Ukraina mótmæla, tí tey halda, at evropeiska samstarvsavtalan er fyrsta stig at gerast fullgyldigur limur í Evropasamveldinum.
Russland svarar Ukraina aftur og hóttir við at steingja fyri gassveitingini og at seta handilsforðingar í verk, um stjórnin í Ukraina skrivar undir samstarvsavtaluna við ES.
Úrslitið er, at Janukovitsj brávendir og vrakar tilboðið um samstarvsavtalu vestureftir. Hann skrivar hinvegin undir avtalu um tollsamveldi eystureftir við Russland.
Orsøkina sigur hann vera atlit til trygdina og búskapin.
Tað elvir til stórar mótmælisgongur í høvuðsstaðnum Kiev. Við herrópum fyri vesturheiminum bera mótmælisfólk ES-fløgg í gøtunum í høvuðsstaðnum.
2014
Ógvusligur ófriður og samanbrestir eru í Ukraina í februar. 87 fólk, mótmælisfólk og løgreglufólk, lata lív undir mótmælisgongunum.
Harðliga handfaringin elvir til, at lóggávutingið samtykkir at reka forsetan Viktor Janukovitsj frá valdinum. Ein skiftisstjórn verður skipað í Kiev, sum vil draga Ukraina nærri Evropa. Samstundis verður tjóðartingsval útskrivað at vera í mai.
Vladimir Putin fordømir valdsskiftið og sigur, at talan er um hernaðarkvett.
- Vit taka okkum rættin at verja tey, sum biðja okkum um tað, sigur russiski forsetin og sipar til sínar russisku stuðlar har eysturi í Ukraina.
Undir óvissu politisku umstøðunum streyma russiskar herdeildir inn á Krim-hálvoynna í februar. Orsøkin sigst í fyrsta umfari vera at verja fólkið og russiskar landsmenn, meðan politiskur ófriður er í Ukraina.
Lóggávutingið í Krim tekur stutt eftir einmælt undir við, at hálvoyggin verður partur av Russlandi. Skipað verður eisini fyri fólkaatkvøðu. Ein stórur meiriluti av veljarunum atkvøða fyri loysing.
Hvørki skiftisstjórnin í Kiev ella vesturheimurin góðtekur fólkaatkvøðuna. Tað er bara ukrainska tjóðartingið, sum kann útskriva fólkaatkvøður í Ukraina, og fólkaatkvøðan er av somu orsøk í stríð við ukrainsku grundlógina.
Altjóða samfelagið ger eisini vart við, at fólkaatkvøðan varð hildin í skugganum av hóttanum frá russiska herinum, og við einari hernaðarligari innrás, sum er í stríð við altjóða lóggávu.
Altjóða samfelagið vil sostatt ikki viðurkenna Krim-hálvoynna sum part av Russlandi.
Vladimir Putin, forseti í Russlandi, vissar um, at bara Krim verður innlimað í Russland.
- Søguligu bondini millum Russland og Krim-hálvoynna eru so sterk, at tað er sjálvsagt, at Krim verður innlimað í russisku tjóðina, sigur hann.
Hertøkan av Krim festir í loysingarrørsluna har eysturi í Ukraina, har støðugir bardagar eru.
Í april taka russisktsinnaðar uppreistrardeildir ræðið á pørtum av landspørtunum Luhansk og Donetsk. Uppreistrarfólkini krevja loysing frá Ukraina, tí tey vilja ikki, at Ukraina styrkir samstarvið við evropeisku londini.
7. apríl verður Fólkalýðveldi Donetsk stovnað, og 27. apríl verður Fólkalýðveldi Lugansk stovnað. Lýðveldini stovna stutt eftir ríkjafelagsskapin Ný-Russland.
Altjóða samfelagið viðurkennir ikki lýðveldini, og sambært altjóðari lóg eru økini framvegis partur av Ukraina.
ES og USA seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi, sum svarar aftur við at seta forboð fyri at innflyta matvørur, eisini fisk, úr ES og Norra. Russiski marknaðurin verður samstundis sera áhugaverdur fyri Føroyar, sum eru undantiknar innflutningsforboðnum. Føroyar fara tá at útflyta munandi meira til Russlands, og føroyski laksaútflutningurin tíggjufaldast eftir stuttari tíð.
Í juni 2014 verður eitt maleisiskt ferðafólkaflogfar á veg úr Amsterdam til Kuala Lumpur í Maleisia skotið niður yvir Donetsk. Ein stór altjóða kanning staðfestir, at rakettin kom úr Russlandi. Øll 298 fólkini umborð doyggja.
Tað vóru russar, sum skutu maleisiska ferðafólkaflogfarið niður, tá tað fleyg yvir eystara parti av Ukraina, sum russiskt stuðlaðar uppreistrardeildir hava tamarhald á, staðfestir skaðafrágreiðing.
NATO dubbar samstundis í baltisku londunum, Lettlandi, Litava og Estlandi, og Póllandi fyri at tryggja seg ímóti hóttanini eystaneftir.
2015
Spenta støðan millum stjórnarherin og tey, sum vilja loysa frá Ukraina, stendur við.
Avtalaðu vápnahvíldirnar verða brotnar í heilum, og skotið verður í økjum, har sivilfólk búgva.
Russland víðkar handilsbannið til eisini at fevna um matvørur úr Íslandi.
2018
Í november verður hernaðarlig undantaksstøða sett í gildi í pørtum av Ukraina, tá russiskar deildir skjóta eftir trimum ukrainskum herflotaskipum við umstríddu Krim-hálvoynna.
Russland leggur síðan hald á ukrainsku skipini, tí tey, sambært russum, sigla í russiskum sjógvi og akta ikki boðini um at fara hiðani.
24 ukrainskir sjóhermenn verða handtiknir.
Ukrainskir myndugleikar siga, at skipini hava ikki fyri neyðini at biðja um loyvi at sigla har á leiðini.
2021
100.000 russiskir hermenn eru við ukrainska markið.
Hermenninir skulu verja Russland ímóti aggresivu framferðini hjá NATO, sigur Vladimir Putin, sum eisini heldur seg vita, at ukrainska stjórnin fyrireikar eina hernaðaratsókn í Donbass-økinum, har býirnir Luhansk og Donetsk eru.
Støðan elvir til stúran í vesturheiminum. Amerikanska fregnartænastan heldur, at Russland fer at pallseta eitt álop ella eina ukrainska provkasjón, sum síðan kann nýtast sum undanførsla hjá russum at gera innrás í Ukraina.
Russland krevur eisini trygd fyri, at Ukraina ikki verður innlimað í NATO, og at verjusamgongan ikki er tilstaðar í eystanlondum yvirhøvur.
Putin heldur, at tað er at leggja politiskt og strategiskt trýst at senda fleiri herfólk til baltisku londini.
NATO svarar aftur og sigur, at tað er fyri at tryggja limalondini móti russiskum ágangi, at felagsskapurin hevur dubbað seg.
2022
Sergei Lavrov, russiski uttanríkisráðharrin, sigur, at verður tað, sum Russland vil, so verður einki kríggj í Ukraina.
Men hann leggur afturat, at Russland fer ikki at góðtaka, at eingin lurtar eftir russiskum áhugamálum og krøvum.