Russiskur tingmaður: USA og Russland kunnu býta Grønland millum sín

Russiskur tingmaður: USA og Russland kunnu býta Grønland millum sín
Andrej Guruljov var gestur í russiskari sjónvarpssending
Andrej Guruljov situr í russisku dumuni og er fyrrverandi heryvirmaður í russiska herinum.
 
14.01.2025 - 14:41

- USA og Russland kunnu býta Grønland millum sín. 

Tað segði russiski tinglimurin Andrej Guruljov, tá hann var gestur í russiskari sjónvarpssending sunnukvøldið, sambært danska miðlinum Berlingske. 

- Hví hyggja vit ikki eisini at Grønlandi? Hava vit brúk fyri Grønlandi? Hetta er ikki skemt. Vit hava avgjørt brúk fyri Grønlandi, verður Andrej Guruljov endurgivin fyri at siga. 

Um ikki annað, so kunnu USA og Russland býta Grønland millum sín.

- Ber einki annað til, kunnu vit avtala við Trump um at býta Grønland millum okkum, sigur Grulujov.

Andrej Guruljov er tinglimur í russisku dumuni og fyrrverandi heryvirmaður í russiska herinum. 

Umframt at tosa um Grønland, mælti hann eisini til, at Russland fer undir herdubbing í Arktis.

- Vit mugu viðurkenna, at kríggið í Arktis er byrjað. Vit eru til reiðar og hava styrkt okkara støðu í Arktis, sigur Andrej Guruljov, sambært Berlingske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615