Ungdómstingið: Styttri skúlavika og hægri hámarksferð fyri prutl

Ungdómstingið: Styttri skúlavika og hægri hámarksferð fyri prutl
Tey ungu skjóta millum annað upp, at skúlavikuna hjá 7., 8., og 9.flokki skal styttast niður í 32 tímar um vikuna, og prutlini skulu sleppa at koyra 50 km/t
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fer at stýra ungdómstinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.02.2022 - 09:41

Havnin á Sandi skal byggjast út, so Smyril kann leggja at har eftir at Sandoyartunnilin er liðugur.

Hámarksferðina hjá øllum prutlum skal hækka upp í 50 km/t, og tað skal gerast lættari hjá gentum og kvinnum at fáa fatur í mánasjúkuvørum.

Hetta er nøkur av teimum 13 uppskotunum til samtyktar, sum eru á dagsskránni hjá ungdómstinginum 2022, sum verður í dag og í morgin.

>>SÍ SKRÁNNA FYRI UNGDÓMSTINGIÐ

Nevndarfundir verða seinnapartin, og seinna viðgerð verður fyrrapartin í morgin. 

Seinnapartin í morgin eru ófráboðaðir fyrispurningar frá ungdómstinglimum til løgmann og landsstýrismenn.

 

25 gentur

32 næmingar í Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Kollafjarðar skúla, Runavíkar kommunuskúla, skúlanum á Fløtum, skúlanum á Giljanesi, Tvøroyrar skúla og Vágs skúla vera í ungdómstinginum.

25 teirra eru gentur.

Hetta er áttanda ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.

Ungdómstingfundurin í dag er kl.10.00.

 

Yvirtaka landslæknaembætið

Onnur uppskot til samtyktar eru til dømis um at yvirtaka landslæknan og farsóttarlógina, at hava privatbúskap sum lærugrein í 9.flokki fólkaskúlans og stytta skúlavikuna hjá 7., 8., og 9.flokki niður í 32 tímar um vikuna.

Uppskot er um lækka aldursmarkið niður í 16 ár fyri rúsdrekka, sum er í mesta lagi 16,5 prosent.

Uppskot er um at tryggja, at ung undir 18 ár ikki fáa hendur á tubbaki og snúsi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010