Russisk stríðsflogfør ikki innanfyri føroyskt mark

Russisk stríðsflogfør ikki innanfyri føroyskt mark
Danski verjumálaráðharrin hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingslimi, at russisk stríðsflog ikki vóru innan fyri føroyskt mark í síðstu viku
 
10.02.2022 - 18:43

Í síðstu viku vóru russisk stríðsflogfør nærindis, men ikki innanfyri føroyskt loftrúm.

Tað hevur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, fingið upplýst frá danska verjumálaráðnum.

2. februar skrivaðu bæði Sky News og BBC, umframt norskir miðlar, at bretsk og norsk stríðsflogfør høvdu fylgt fýra russiskum stríðsflogførum, sum vóru skamt norðanfyri bretskt loftrúm.

Sambært tíðindunum, so vóru tey tætt við, ella inni í føroyskum loftrúmið, og tí spurdi fólkatingslimurin, hvat verjumálaráðharrin kundi upplýsa um tað.

 

Ikki innanfyri føroyskt mark 

Verjumálaráðið hevur nú svarað, at russisku flogførini vóru ikki innanfyri føroyska markið. 

Í svarinum stendur tó eisni, at tey ikki hava heilt neyvar radardátur úr økinum.

Tí hava tey vent sær til bretska flogvápnið, sum hevur váttað, at russisku striðsflogførini ikki vóru í føroyskum loftrúmið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392