LUM: Fyrisitingin av matrikulering í Føroyum er ov vánalig

LUM: Fyrisitingin av matrikulering í Føroyum er ov vánalig
Løgtingsins umboðsmaður (LIM) finst hvasliga at Umhvørvisstovuni, eftir at hon hevur kannað fyrisitingina av matrikuleringum í Føroyum
 
14.02.2022 - 13:22

Fyrisitingin av matrikulering í Føroyum er ov vánalig.

Tað staðfestir Løgtingsins umboðsmaður eftir at hon hevur kannað fyrisitingina av matrikuleringum í Føroyum.

Í einstøkum máli tók tað 15 ár at avgreiða mál um marknaseting

Jeppe Sommer Bruun, nýsettur deildarleiðari á Matrikuleringini hjá Umhvørvisstovuni, viðgongur, at tað ikki er nóg gott. 

Jeppe_Sommer_Bruun

Umboðsmaðurin skrivar í síni frágreiðing, at batar eru at hóma í málsviðverðini, sum nú gongur skjótari og smidligari. 

Jeppe Sommer Bruun, deildarleiðari, byrjaði at broyta mannagongdir beinanvegin, hann varð settur í starv, og tað er áðrenn frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni varð almannakunngjørd. 

Jeppe_Sommer_Bruun2

Heini Gaard tosaði við Jeppe Sommer Bruun.  
Stjórin á Umhvørvisstovuni, Sigurð í Jákupsstovu, váttar at tey hava tikið atfinningarnar til eftirtektar og longu hava broytt mannagongdir.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329