Russland viðurkennir nú Donetsk og Lugansk

Russland viðurkennir nú Donetsk og Lugansk
Avgerðin hjá Vladimir Putin, forseta, hevur við sær, at ES og USA fara at seta tiltøk í verk móti Russlandi
Vladimir Putin, forseti, skrivar undir skjølini, sum viðurkenna Donetsk og Lugansk
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.02.2022 - 08:45

Russiski forsetin, Vladimir Putin, skrivaði í gjárkvøldið undir skjølini, sum viðurkenna ukrainsku landspartarnar, Donetsk og Lugansk, at vera óheftar av Ukraina, og at teir hava tikið sjálvstýri.

Tað skrivaði Reuters í gjárkvøldið.

Tað var tað seinasta, sum Putin boðaði frá í eini drúgvari røðu um Russland, Ukraina, Sovjetsamveldið og samstarvið teirra millum.

Saman við honum vóru leiðararnir í Donetsk og Lugansk, Denis Pusjilin og Leonid Pasetjnik.

 

Boðaði frá frammanundan

Undan avgerðini, og áðrenn Putin skrivaði undir skjølini, hevði hann boðað týska samveldiskanslaranum, Olaf Scholz og franska forsetanum, Emanuel Macron, frá avgerðini.

Undan avgerðini hevði Vladimir Putin verið á fundi í russiska trygdarráðnum.

Síðani í 2014 hevur Russland stuðlað loysingarrrørslurnar í landspørtunum, og landspartarnir lýstu seg sjálvstøðugar, tá Ukraina fór at nærkast ES í 2014.

Vladimir Putin hevur eisini givið russiska verjumálaráðnum boð um at tryggja lóg og landaskil í eystara parti av Ukraina.

 

Ursula von der Leyen er forkvinna í ES-nevndini. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

ES hevur boðað frá tiltøkum ímóti Russlandi, eftir avgerðina hjá Putin, forseta, at góðkenna Donetsk og Lugansk sum sjálvstøðug lýðveldi.

Tað siga forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen og Charles Michel, formaður í ES-ráðnum, í felags boðum, skrivar Reuters.

 

Brot á Minsk-avtaluna

- Russiska stigið er brot á bæði altjóða lóg og Minsk-avtaluna, siga tey í boðunum, og vísa til vápnahvíldina í Eysturukraina, sum kom í gildi í 2015.

ES fer at seta tiltøk í verk ímóti teimum, sum skipaðu fyri hesum ólógliga átakinum, siga tey bæði.

Eisini amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur boðað frá, at hann fer at lóggeva, so amerikanskar fyritøkur ikki sleppa at samstarva við fyritøkur í Lugansk og Donetsk, skrivar The Guardian.

Og tiltøk verða sett ímóti øllum, sum ætla at virka í tí partinum av Ukraina.

Og onnur tiltøk verða eisini sett í verk ímóti Russlandi, sigur ein talsmaður fyri amerikanska forsetan.

Ein stórur partur av vesturheiminum hevur fordømt russiska stigið.

 

Snarfundur í ST_trygdarráðnum

Trygdarráðið hjá ST hevur umrøtt støðuna í alla nátt, og ST sendiharrin hjá USA, Linda Thomas-Greenfield, fanst hvassliga at ætlanini hjá russiska forsetanum at senda friðarvarðveitandi deildir til eysturukrainba, sum hon málbar seg. 

Og ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, finst hvassliga at Ruslandi fyri at gera seg inn á sjávlræðið hjá Ukraina.

Forsetin í Ukraina, Volodimir Zelenskij, sigur, at Russland við avgerðini leggur fót fyri friðarsamráðingarnar, sum eru, og leggur seg út í innanhýsis viðurskiftini í Ukraina.

 

ST-trygdarráðið viðgjørdi støðuna í Ukraina á snarfundi í nátt. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Forsetin legði í røðuni dent á, at Ukraina ætlar ikki at geva nøkrum nakað, og at mørkini hjá Ukraina verða verandi sum tey eru.

Zelenskij segði, at Ukraina nú bíðar eftir, hvørji stig tey sameindu hjá landinum fara at taka mótvegis Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096