Kanna andlát sum arbeiðsvanlukku

Kanna andlát sum arbeiðsvanlukku
Ein 52 ára gamal maður, sum arbeiddi á áliringunum hjá Luna, datt á sjógv. Tað eydnaðist ikki at fáa lív í hann
Løgreglan kannar nú málið, og tilfarið verður latið Arbeiðseftirlitinum.
 
23.02.2022 - 13:04

Eitt andlát á alibrúkinum hjá Luna á Miðvági verður kannað sum ein arbeiðsvanlukka. Hendingin var í gjár.

Tveir menn vóru til arbeiðis á aliringunum hjá Luna út fyri Giljanesi, tá annar maðurin, 52 ára gamal, datt á sjógv. 

Hin maðurin fekk drigið hann upp úr sjónum og flutt hann yvir í alibátin, og sigldi inn á Miðvág.

Hetta hendi í gjáramorgunin, tá ið fastnetið hjá Føroya Tele var óvirkið, og tí fekk maðurin ikki givið boð til Alarmsentralin um at senda sjúkrabil, sigur John Martin Olsen, politikommisserur.

 

Fingu samband við sjúkrabil

Men við privatum kontaktum bar rættiliga skjótt til at fáa samband við sjúkrabilin í Vágum, sum síðani flutti mannin á Landssjúkrahúsið.

Har var roynt at fáa lív í hann, men tað eydnaðist ikki.

Løgreglan kannar nú málið, og tilfarið verður latið Arbeiðseftirlitinum, sum síðani skal taka støðu til, um farast skal víðari við málinum.

Sjóvinnustýrið verður eisini kunnað, sigur John Martin Olsen, politikommisserur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112