Føroyski sendimaðurin: Vanligi russarin vil ikki hava kríggj

Føroyski sendimaðurin: Vanligi russarin vil ikki hava kríggj
Hákun J. Djurhuus sigur, at Føroyar hava havt eina serstøðu á russiska marknaðinum, men nú Føroyar taka undir við tiltøkum, kann hetta broytast
Russland hevur søkt at fleiri staðni í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.02.2022 - 16:35

- Vanligi russarin vil ikki hava kríggj við Ukraina. Vanligi russarin metir Ukraina sum brøðratjóð.

Tað sigur Hákun J. Djurhuus, føroyskur sendimaður í Moskva.

Hann sigur, at Føroyar hava havt eina serstøðu á russiska marknaðinum í fleiri ár, tí Føroyar settu ikki tiltøk í verk móti Russlandi, tá russar løgdu Krim-hálvoynna undir seg. 

Nú hevur landsstýrið boðað frá, at tað fer at taka undir tiltøkum móti Russlandi eftir innrásina í Ukraina.

Hákun J. Djurhuus sigur, at tað er ikki óhugsandi, at henda støðan fer at broytast, um Russland svarar aftur.

Hoyr brot úr samrøðu, sum Elin Mirjamsdóttir gjørdi við føroyska sendimannin í Moskva, her:

1511287

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329