Jørgen Niclasen stillar ikki uppaftur til formansvalið

Jørgen Niclasen stillar ikki uppaftur til formansvalið
Flokkurin hevur fingið eina nýggja byrjan við trimum nýggjum landsstýrisfólkum, og nú eisini við einum nýggjum formanni eftir landsfundin, sigur fráfarandi formaðurin
Jørgen Niclasen á samkomu í Tinganesi gjár, tá Uni Rasmussen var tilnevndur landsstýrismaður í fíggjarmálum. Nú er greitt, at Jørgen Niclasen gevst sum formaður í Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2022 - 15:11

Umstøðurnar seinastu tíðina hava við sær, at Jørgen Niclasen hevur gjørt av ikki at taka við afturvali sum formaður í Fólkaflokkinum.

Tað sigur Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

Landsfundurin skal á hvørjum ári velja formann, og á fundinum, sum verður hálvan mars, fer Jørgen Niclasen ikki at stilla uppaftur til formanssessin.

Nýggj byrjan

- Flokkurin hevur í stóran mun fingið eina nýggja byrjan við trimum nýggjum landsstýrisfólkum, og nú eisini við einum nýggjum formanni eftir landsfundin. Fyri meg er tað at fara aftur á gamlar gøtur, nú eg skal brúka mínar royndir í løgtinginum, Fólkaflokkinum at frama. Eg havi altíð sett flokkin fram um meg sjálvan, og eg haldi, at tað tænir flokkinum best at fáa eitt nýtt andlit í leiðsluna, sigur Jørgen Niclasen í tíðindaskrivinum.

Jørgen Niclasen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðan 2007.

Hann kom fyrstu ferð á ting í 1989. Jørgen Niclasen var landsstýrismaður í fiskivinnumálum frá 1998-2003, landsstýrismaður í uttanríkismálum frá 2008-2011, landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2011-2015 og aftur frá 2019-2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809