Klevstrand komin á Fuglafjørð

Klevstrand komin á Fuglafjørð
Seks mans eru við skipinum, sum sendi út neyðarkall í ringum veðri í gjár
Klevstrand og Brimil eru komnir á Fuglafjørð í morgun. (Savnsmynd: FleetMon)
 
02.03.2022 - 08:27

Klevstrand og Brimil eru komnir á Fuglafjørð.

Danska farmaskipið Klevstrand sendi út neyðarkall stutt fyri klokkan sjey í gjáramorgunin, tí sjógvur var komin í maskinrúmið og elvdi til skammlop.

Skipið, sum var á veg úr Íslandi, var tá statt í ringum veðri 100 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi.

Trolarin Brestir var fyrstur hjá Klevstrand.

Men Brimil kom til Klevstrand klokkan 20 minuttir yvir trý seinnapartin í gjár og fylgdi skipinum til Føroya. 

Seks mans eru við Klevstand, sum er góðar 70 metra langur coastari, bygdur í 1970. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558