Noreg og Russland samstarva framvegis um fiskivinnu

Noreg og Russland samstarva framvegis um fiskivinnu
Norski fiskimálaráðharrin sigur, at tað hevur týdning halda fiskivinnusamstarvið við Russland uttan fyri revsitiltøkini
Bjørnar Skjæran er norskur fiskimálaráðharri.
Mynd: Fagbladet.no  
 
07.03.2022 - 15:47

Eins og onnur evropeisk lond hevur Noreg eisini revsað Russland fyri innrásina í Ukraina, til dømis við at steingja russiskar bankakontur og norska loftrúmið fyri russiskum flogførum.

Men á einum øki er eingin broyting. Tað er í fiskivinnuni, har russisk skip framvegis fiska í norskum sjógvi og landa í norskum havnum.

Russland fær eisini greiðar fyrimunir við at selja fiskin í Noregi enn í russiskum havnum.

Um fiskurin verður virkaður í Noregi, er hann í ES-høpi at rokna sum norskur, hóast russar hava fiskað hann. Tað merkir, at hann kann seljast til ES eftir norskum handilsreglum.

Til dømis er tollurin fyri frystan tosk úr Noreg til ES 0,9 prosent. Úr Russlandi er tollurin 7,5 prosent. Og tað er ikki krav, at norskur fiskur skal gjøgnum veteriner-eftirlitið hjá ES. Tað skal russiskur fiskur.

 

Týdning at halda fiskin uttanfyri

Norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran sigur við NRK, at tað hevur týdning at halda fiskivinnusamstarvið millum Noreg og Russland uttan fyri revsitiltøkini. Hann sigur, at samstarvið hevur gjørt sítt til stabilitet og minni spenning í økinum, og skal Noreg varðveita eina burðardygga fiskivinnu í Barentshavinum, er neyðugt at gera tað í samstarvi við russar.

Bjørnar Skjæran váttar fyri NRK, at fiskivinnan hevur verið til umrøðu í ES, tá talan hevur verið um revsitiltøk móti Russlandi.

- ES veit væl um okkara áhugamál, og at tað hevur grundleggjandi týdning fyri Noreg, at fiskivinnusamstarvið millum Noreg og Russland verður varðveitt, eisini í hesi kreppuni, sigur hann við NRK.

Bretland hevur stongt sínar havnir fyri russiskum skipum, og ES umhugsar at gera tað sama. Men Noreg hevur ongar ætlanir um hetta, sigur Bjørnar Skjæran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008