Teitur gjørdi bestu føroysku plátuna í fjør

Teitur gjørdi bestu føroysku plátuna í fjør
FMA22: "Cazador de Ostras" hjá Teiti vann heiðurin ársins útgáva í popp/rokk-bólkinum. Tað var avdúkað á FMA tiltakinum, sum er í Norðurlandahúsinum í kvøld
Teitur er burturstaddur á konsertferð, so hann sendi eina bandaða heilsa sum takk fyri FMA-heiðurslønina fyri ársins útgávu
Mynd: Eyðum Muller Thomsen  
 
12.03.2022 - 20:15

Teitur Lassen hevur sjálvur skrivað, framleitt og útsett løgini á "Cazador de Ostras", sum er upptikin í Mawi, Buenos Aires í Argentina seint í 2019.

Ljóðbland gjørdi Davi Izumi Lynch í Echo Zoo, Eastbourne í Onglandi, og mastring stóð Barry Grint í Air Studios í London fyri.

Plátan er serlig,  tí hon blandar føroyskar og ensktmæltar sangir helvt um helvt, og tann sannroynd, at hann brúka tónleikarar úr Argentina gevur plátuni eitt heilt serligt flog.

Á "Cazador de Ostras" hoyrast forkunnug ljóðføri sum bandoneon, harpa, sitar, charango og ymisk strúkara- og trummuljóðføri. 

"Kosmopolitiskur letingapoppur av Velbastað" kallaði Kinna Poulsen plátuna í einum ummæli á Listaportalinum. 

Teitur hevur áður greitt frá, at argentinskir tónleikarar hava eina djúpa fatan av siðbundnum fólkatónleiki. Og tá teir standa saman í bólki við ljóðførum, fylgja teir natúrliga sangaranum uttan mun til, hvussu formurin er.

"Eg syrgdi fyri, at tónleikarunum dámdu at improvisera, og at teir høvdu tað gott við ikki at vita ov nógv um tónleikin frammanundan, so at vit bara kundu reagera og lurta eftir hvørjum øðrum og hava tað stuttligt saman.”

Teitur er tíverri burturstaddur á konsertferð, men her er ein bandað heilsa. 

FMA22_HEILSAN_TEITUR_UTGAVA

 

"Cazador de Ostras" var eisini evnið í tveimum LEITISSTEIN-sendingum í november, tá Teitur var samvertur. 

Sendingarnar vóru eisini ein ferð inn í suðuramerikanskan tónleik, har Teitur var tónlistarligur ferðaleiðari og valdi tónleikin. 

 

"Cazador de Ostras" varð eisini ummæld í "Kvørnini" í útvarpinum hjá Kringvarpinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254