Fyrsta myndin við James Webb bergtekur

Fyrsta myndin við James Webb bergtekur
Nú standa speglarnir á spegilskikaranum, James Webb, næstan sum teir skulu. Fyrstu myndirnar bergtaka stjørnufrøðingar.
 
17.03.2022 - 13:32

Um ársskiftið var spegilskikarin, James Webb, sendur út í rúmdina, har hann skal kika út í alheimin.
 
Nú eru fyrstu myndirnar almannakunngjørdar, og tær bergtaka stjørnufrøðingar.

 

James Webb hevur rættað siktið og ”fín jústerað” speglini at stjørnuni 2MASS J17554042+6551277. Og fyrsta myndin bergtekur stjørnufrøðingar (Mynd: NASA/STScI)
 

Síðan spegilskikarin kom upp á pláss úti í rúmdini, hava verkfrøðingar stillað teir 18 speglarnar. Nú er alt í fokus, og NASA hevur kunngjørt tær fyrstu myndirnar, sum vísa eina stjørnu og fleiri stjørnuskipanir.
 
- Vit síggja ikki bara týðiliga eina stjørnu, men fleiri stjørnur og stjørnuskipanir, eins og ein rúga av øðrum áhugaverdum eygleiðingum eisini eru gjørdar, sigur Lee Feinberg, ein av verkfrøðingunum, ið hevur stillað speglarnar á James Webb.
 
Eftir ætlan verður James Webb kikarin klárur at taka í nýtslu hjá stjørnufrøðingum í summar.

 


James Webb hevur kostað 68 milliardir krónur og er staðsett úti í rúmdini, 1.5 milliónir kilometrar frá jørðini. (Mynd: ESA)
 
 

Fimm gátur, ið James Webb møguliga kann loysa.
 
Fleiri túsund stjørnufrøðingar standa á rað og bíða eftir at fáa James Webb at kika út í rúmdina fyri seg. Øll vóna, at stjørnufrøðiligu kanningarnar við James Webb kunnu svara nøkrum av teimum størstu stjørnufrøðiligu spurningunum.

 

(Mynd: M. Kornmesser/ESO)
 
1. Hvussu blivu tær fyrstu stjørnuskipanirnar til?
Alheimurin hevur víðkast í 13,8 milliardir ár, og tær allarfyrstu stjørnurnar og stjørnubreytirnar eru milliardir av kilometrum burturi frá okkum. Ljósið frá hesum fjaru himmallikamum sæst í dag við James Webb sum innreyðar geislingar.

 

(Mynd: N. Risinger/M. Kornmesser/ESO)


2. Er lív á øðrum klótum?
Spegilskikarin kann avmynda klótur, ið eru í ringrás um fremmandar stjørnur og máta, um har er súrevni, metan, vatnguvan ella okkurt gass, ið kann benda á lív. Tað kundi verið klóturnar, ið eru í ringrás um stjørnuna TRAPPIST-1, sí myndina omanfyri.

 

(Mynd: C. Carreau/ESA)


3. Hvussu rísa nýggjar sólskipanir?
Stjørnugranskarar halda, at stjørnur og gongustjørnur verða til, tá ið eitt skýggj av vetnismýlum og annað støv søkka saman. James Webb kann síggja, um hetta hendir, tí spegilskikarin kann síggja ígjøgnum stjørnutokuna, har hetta hendir.

 

(Mynd: Shutterstock)
 
4. Hvørjum eru klóturnar Neptun og Uranus gjørdar av?
James-Webb kann siga okkum ymiskt um tær báðar uttastu gongustjørnurnar í okkara sólskipan, Uranus og Neptun. Spegilskikarin skal máta hitan og avmynda klóturnar, so vit betur skilja, hvørjum tær eru gjørdar av, og hvussu tær blivu til.

 

(Mynd: Nasa.gov)
 
5. Hvussu er myrka-tilfarið spjatt í rúmdini?
Nógv tann størsti evnaparturin av rúmdini er ósjónligur, tí hetta myrka-tilfarið hvørki sendir út ella tekur ljós í seg. Men hetta myrka-tilfarið boyggir og bendir ljós, og hetta kann James-Webb spegilskikarin síggja, og harvið siga okkum, hvussu hetta myrka-tilfarið er spjatt í alheiminum.

 

Eftirgjørdur munur á myndunum, frá gamla Hubble stjørnukikarnum og nýggja stjørnuspegilinum James Webb. James Webb fer at síggja nógv longri út í 13,8 milliardir gamla alheimin. (Mynd: ESA/NASA/STSCI)

Keldur: Nasa.gov, Illvid.dk, BBC-science

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817