Løgmaður kann einki siga um nevndarval í BankNordik

Løgmaður kann einki siga um nevndarval í BankNordik
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at av tí at bankin er børskrásettur kann hann ikki endurgeva samrøður við stóru partaeigararnar
Landsstýrið eigur 35 prosent av BankNordik, men hevur bara 10 prosent av atkvøðunum á aðalfundi.
 
17.03.2022 - 08:23

Løgmaður kann ikki svara, hvør hansara lutur er í avgerðini um at koyra alla nevndina í BankNordik frá og velja nýggja nevnd.

Í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, sigur hann, at BankNordik er børskrásettur. 

Hann kann tí ikki endurgeva samrøður, sum hann hevur havt við stóru partaeigarar bankans. 

Nevndarforkvinna bankans kunnaði løgmann um innkallingina til aðalfundin í ár.

 

Høvdu uppskot um nevnd

Stóru partaeigarar bankans høvdu fund um uppskot um nevnd.

Stóru partaeigararnir eru partafelagið Tjaldur og smápartafelagið Framherji, sum eiga fimm prosent hvørt, Lind Invest, sum eigur 12 prosent, Protector Forsikring ASA, sum eigur 11 prosent og landsstýrið, sum eigur 35 prosent. Hetta geva 68 prosent.

Áðrenn freistin fór at kalla inn til aðalfundin, sendu umboð fyri stóru partaeigararnar uppskot um nevndarval.

 

Eiga bara 10 prosent av atkvøðunum

Hóast landsstýrið eigur 35 prosent, hevur tað bara 10 prosent av atkvøðunum á aðalfundi.

Í BankNordik eru 6.000 føroyskir partaeigarar, sum saman við landsstýrinum eiga 59 prosent av bankanum.

Danskir partaeigarar eiga 21 prosent, norskir 11 prosent og íslendskir eitt prosent, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svarinum til Høgna Hoydal, løgtingsmann.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858