Ukraina fær størri stuðul, men NATO fer ikki upp í kríggið

Ukraina fær størri stuðul, men NATO fer ikki upp í kríggið
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, helt tíðindafund í Brússel seinnapartin um russisku innrásina í Ukraina
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, á tíðindafundi í Brússel í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.03.2022 - 14:08

NATO fer at veita størri hernaðarligan stuðul til Ukraina.

Tað segði Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, á tíðindafundi fyri løtu síðani.

 NATO fer eisini at styrkja sína verju munandi, frá Baltiska havinum til Svartahavið. NATO skal styrkjast, bæði á landi, sjógvi og í luftini, segði Stoltenberg, og hann nevndi fýra nýggjar herdeildir, sum skulu staðsetast í Bulgaria, Ungarn, Rumenia og Slovakia.

 Víðari segði Stoltenberg, at russiska innrásin í Ukraina fyri einum mánaði síðani hevur broytt NATO nógv, og hon fer eisini at broyta NATO í komandi tíðum. Neyðugt verður við munandi størri hermegi í Evropa, segði aðalskrivarin.

- Í dag eru NATO-limalondini somuleiðis samd um at gera nógv meira fyri at verja Ukraina ímóti kemiskum og biologiskum álopum úr Russlandi, segði Stoltenberg og nevndi eisini eina kjarnorku-hóttan:

 

1517303

 
- Í dag eru vit samd um at gera meira fyri at verja Ukraina móti alskins álopi úr Russlandi. Men samstundis hava vit eina ábyrgd at tryggja, at kríggið ikki harðnar og breiðir seg, og tí fer NATO ikki upp í eitt kríggj við Russland, segði Stoltenberg:

 

1517304

 

NATO heitir eisini á Kina um ikki at stuðla Russlandi. Og so má Hvítarussland gevast við at hjálpa Russlandi, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari.

 

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni frá NATO-toppfundinum í Brússel:

 

NATOFUNDUR_NET

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096