Váðaráðið: ikki brúk fyri buffara longur

Váðaráðið: ikki brúk fyri buffara longur
Váðaráðið segði eftir næstseinasta fund sín, sum var fyrst í desember í fjør, at kanska bleiv neyðugt at hækka kontrasykliska kapitalbuffaran
Ikki er brúk fyri buffara longur, heldur Føroya váðaráð.
 
26.03.2022 - 11:53

Váðaráðið segði eftir næstseinasta fund sín, sum var fyrst í desember í fjør, at kanska bleiv neyðugt at hækka kontrasykliska kapitalbuffaran.

Men tað heldur ráðið ikki longur.

Váðaráðið er nú komið til ta niðurstøðu, at útlánsvøksturin í Føroyum er minkaður, og trýstið á búskapin er tálmað, tí fløskuhálsar á summum økjum á arbeiðsmarknaðinum eru loystir við nýggju fast-track skipanini. 

Harafturat kunnu varandi príshækkingar elva til, at innlendis eftirspurningurin fer at minka, eins og geopolitiski ófriðurin økir um óvissuna fyri føroyska útflutningin. 

Ikki viðmæli longur

Við støði í hesum metir Váðaráðið, at í løtuni er ikki høvi til at viðmæla, at kontrasykliska kapitalbuffaran hækkar. 

Váðaráð metir, at ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru á veg í føroyska bankageiranum.

Kontrasykliski kapitalbuffarin er krav, sum verður sett peningastovnum og realkredittstovnum um eginogn.

Endamálið er, at teir byggja upp kapital, tá váðin er vaksandi, so teir hava meira at standa í móti við og meira at brúka, tá fíggjarstøðan ikki er so góð, so útlánini ikki minka tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572