- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyðugt við átøkum fyri at minka hallið næsta ár
Framskrivaða úrslitið av fíggjarlógini í 2023 vísir 122,5 milliónir kr. í halli, og tí verður neyðugt við átøkum á bæði útreiðslu- og inntøkusíðuni hjá landskassanum fyri tilsamans umleið 30 milliónir kr. fyri at røkka ætlaða úrslitinum, sum er 92,5 milliónir í halli næsta ár.
Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagt fram uppskot um játtanarkarmar næstu árini fyri løgtingið.
Sambært uppskotinum kunnu útreiðslurnar á fíggjarlógini næsta ár vera tilsamans seks milliardir og 605,5 milliónir kr.
Rakstrarkarmurin verður góðar seks milliardir, og íløgkarmurin er settur til 550 milliónir kr.
Javnvág í 2025
Inntøkukarmurin í 2023 verður seks milliardir og 484 milliónir kr.
Í játtanarkarminum næstu fýra árini verður dentur lagdur á at minka landskassahallið, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Landskassin hevði hall í 2020, avlop í fjør, men í ár verður væntandi aftur hall.
Landsstýrið ætlar at betra úrslitið stigvíst næstu árini við 30 milliónum kr. um árið, soleiðis at hallið minkar næsta ár, og at javnvág verður í 2025, sigur Uni Rasmussen í viðmerkingunum til uppskotið, sum fær fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin.