Royna enn at finna politiska loysn fyri gongd í haga

Royna enn at finna politiska loysn fyri gongd í haga
Landsstýrismaðurin kom ikki mál, men nú er ein bólkur í samgonguni farin at gera eina roynd
Einki røkist fyri eini loysn í málinum um gongd í haga.
 
31.03.2022 - 13:35

Hóast Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, herfyri boðaði frá, at hann kom ikki á mál við royndini at finna eina politiska loysn fyri gongd í haga eftir leistinum, sum er ásettur í samgonguskjalinum, eru allar súðir ikki syftar enn.

Nú er ein bólkur settur í samgonguni at gera eina roynd.

Í bólkinum eru Magnus Rasmussen fyri Sambandsflokkin, Bill Justinussen fyri Miðflokkin og Christian Andreasen fyri Fólkaflokkin:

 

1518803

 

Henny á Líknargøtu er forkvinna í Ferðavinnufelagnum.


Vil hava heildarloysn

Hóast einki er hent í málinum um gongd í haga seinastu árini, er betri at bíða eftir eini heildarloysn, enn at gera smærri broytingar nú.

Tað sigur Henny á Líknagøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum:

 

1518768

 

Gongd í haga var evnið í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr sendingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525