Hava tikið Kiyv aftur frá russum

bannari
Hava tikið Kiyv aftur frá russum
Harðar spreingingar hava verið í havnarbýnum Odessa, men tað eydnaðist ukrainsku loftverjuni at skjóta nakrar rakettir niður, áðrenn tær raktu
Oyðiløgd stríðsútgerð í útriðuni av ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.04.2022 - 10:32

Tað hevur eydnast ukrainskum herdeildum at taka Kyiv-landspartin aftur frá russum, eisini sjálvan høvuðsstaðin.

Tað upplýsir varaverjumálaráðharrin í Ukraina, Hanna Malyar.

- Allur Kyiv-landsparturin er tikin aftur frá fíggindanum, skrivar hon á Facebook.

Í gjár frættist eisini, at ukrainskar deildir hava tikið fleiri enn 30 býir og bygdir í landspartinum aftur frá russum.

Russland boðaði í farnu viku frá, at landið fór at avmarka hermegina nærindis høvuðsstaðnum og í Tjernihiv-landspartinum. Í staðin fóru russisku deildirnar at herða kríggið har eysturi í Ukraina.

 

Spreingingar í Odessa

Í morgun hava verið fleiri spreingingar í ukrainska havnarbýnum Odessa.

Tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Odessa, Jakob Krogh, sigur, at talan er um ógvisligar spreingingar, og stór roykskýggj síggjast yvir býnum.

Myndugleikarnir í Odessa siga, at russar hava skotið fleiri rakettir, men tað eydnaðist ukrainsku loftverjuni at skjóta nakrar rakettir niður, áðrenn tær raktu.

Lopið hevur verið á Odessa fyrr, men oyðileggingarnar hava ikki verið so stórar, sum í øðrum ukrainskum býum. 

 

Zelenskyj og Putin hittast

Ein limur í ukrainsku nevndini, sum hevur samráðingar við russar, sigur, at nú eru so stór framstig gjørd í samráðingunum, at tað er ikki óhugsandi, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og russiski starvsbróður hansara, Vladimir Putin, fara at hittast í næstum, skrivar ukrainska deildin hjá russisku tíðindastovuni, Interfax.

Ukrainski samráðingarmaðurin, David Arakhamia, sigur eisini, at verður toppfundur á hægsta stigi, er mest sannlíkt, at Zelenskyj og Putin hittast í Turkalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572