Ætlaðu at leggja Týskland í streymloysi og burturflyta heilsumálaráðharran

Ætlaðu at leggja Týskland í streymloysi og burturflyta heilsumálaráðharran
Fýra fólk eru handtikin, og tey hava øll tilknýti til bólkar, sum mótmæla koronu-tiltøkunum og við høgra-víðgongdu Reichsbürger-rørsluna, sigur ákæruvaldið
Karl Lauterbach, heilsumálaráðharri
Mynd: Scanpix  
 
14.04.2022 - 17:32

Týska løgreglan hevur handtikið fýra týskarar, sum eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um at burturflyta týska heilsumálaráðharran, Karl Lauterbach, og at oyðileggja orkuverk fyri at leggja landið í streymloysi. Tað skrivar Reuters.

- Tvey av teimum handtiknu eru undir illgruna fyri at hava fyrireikað álop móti heilsumálaráðharranum í samstarvi við hini handtiknu, sigur eitt talsfólk fyri týska ákæruvaldið við Reuters.

Tey fýra handtiknu hava tilknýti til bólkar, sum mótmæla koronu-tiltøkunum og við høgra-víðgongdu Reichsbürger-rørsluna, sigur ákæruvaldið. 

Vraka samfelagsskipanina

Reuters skrivar, at rørslan ikki viðurkennur týska statin, sum hann er skrúvaður saman í dag. Æltanin at burturflyta heilsumálaráðharran er hin seinasta í røðini av hendingum, sum vísa, hvussu ónøgdir summir týskarar eru um ásetingarnar, sum eru settar í gildi fyri ókoppsett í landinum, og um uppskotið at koronukoppseting verður krav.

Í desember avdúkaði løgreglan ætlanir hjá anti-vaxarum, - teimum, sum eru ímóti koppeting, um at drepa forsætisráðharran í Niedersachsen, skrivar Reuters. 

Tey, sum ætlaðu at burturflyta heilsmálaráðharran, skulu hava verið við í einum kjakbólki á netinum, sum nevnist "Vereinte Patrioten", og tey høvdu ætlanir um at byrja eitt borgarakríggj og vraka demokratisku samfelagsskipanina í Týsklandi, sigur ákæruvaldið.

Gull og silvur

Løgreglan gjørdi húsrannsókn í 20 húsum ymsastaðni í Týsklandi, og hald er lagt á vápn, lóður, pengar, gullstengur og silvurpengar, skrivar Reuters. Funnin vóru eisini falsað koppsetingarprógv og koronukanningar.

Ákæruvaldið upplýsir, at tað fer at heita á rættin um at fongslað tey fýra handtiknu, meðan leitað verður eftir einum fimta fólki, sum skal handtakast í málinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097