Tvey harðskapsmál í nátt

Tvey harðskapsmál í nátt
Løgreglan dugir enn ikki at siga, hvør orsøkin var til harðskapsmálini.
 
01.05.2022 - 11:33

Stutt fyri klokkan tvey í morgun noyddist ein persónur á sjúkrahúsið á Tvøroyri, tí hann var álopin.

Løgreglan veit, hvør maðurin er, sum framdi harðskapin, og politiið fer at seta seg í samband við hann seinni í dag.

Eisini harðskapur í Havn

Stutt fyri klokkan trý leyp ein ungur maður, yngri enn 20 ár, á ein eldri mann, sum er omanfyri 50 ára aldur, í miðbýnum í Havn.

Politið veit, hvør gerningsmaðurin er. Vakthavandi sigur, at hann er kendur av politinum. 

Fólk, sum vóru á staðnum, tóku myndir av harðskapinum, sum politiið hevur fingið hendur í.

Løgreglan dugir enn ikki at siga, hvør orsøkin var til harðskapsmálini.

Undir illgrund fyri rúsdrekkakoyring

Tveir bilførarar vóru eisini steðgaðir undir illgruna fyri rúsdrekkakoyring.

Ein í Norðstreymi, og ein í Havn.

Blóðroynd er tikin, og nú verður bíðað eftir svari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120