Telefonin hjá spanska forsætisráðharranum avlurtað

Telefonin hjá spanska forsætisráðharranum avlurtað
Njósnaraforritið Pegasus er sett í telefonina hjá Pedro Sanchez, forsætisráðharra, og verjumálaráðharranum, Margaritu Tobles
Pedro Sanchez er forsætisráðharri í Spania.
 
02.05.2022 - 14:14

Fartelefonir hjá spanska forsætisráðharranum, Pedro Sanchez, og verjumálaráðharranum, Margaritu Tobles, hava verið avlurtaðar.

Tað skrivar AFP.

Talan skal vera um njósnaraforritið Pegasus, sum ólógliga er sett í telefonirnar hjá Sanchez og Robles, skrivar El Diario.

Eitt felag í Ísrael hevur gjørt Pegasus.

 

Innanhýsis álop

- Vit eru vís í, at talan er um uttanhýsis álop, tí í Spania, einum fólkaræði, eru tað almennir stovnar, sum gera slík átøk og tá hava tey fingið løgfrøðiliga heimild til tað, sigur Felix Bolanos, ministararáðharri í Spania, sum váttar tíðindini.

Hann hevur heitt á løgmálaráðið um at kanna málið.

Bolanos sigur, at spanskir myndugleikar hava ikki enn fingið ábending um, hvaðani álopið kemur, ella um eitt annað land framdi álopið.

Sambært Bolanos, er telefonin hjá Sanchez, forsætisráðharra, avlurtað síðani í mai í fjør og hjá Tobles síðani juni í fjør.

Upplýsingar eru tiknar úr telefonunum.

Pegasus-njósnaraforritið treingir ljóðleyst inn í telefonina og tekur dátur, ella tendrar myndatólið ella mikrofonina í telefonini, fyri at njósnast um eigaran.

NSO Group, sum eigur Pegasus, sigur, at forritið verður bara selt almennum myndugleikum til beinleiðis nýtslu móti kriminellum og yvirgangsfólki, við góðkenning frá ísraelskum myndugleikum.

 

Margarita Trobles, verjumálaráðharri, er eisini avlurtað.

 

Stjórnin komin í andróður

Vinstrahalla samgongustjórnin í Spania er komin í andróður, eftir at tíðindini um avlurting bórust í dag, skrivar Al Jazeera.

Tað hendir, eftir at talgildi kanadiski stríðsbólkurin, Citizen Lab, sigur, at meira enn 60 fólk við tilknýti til katalonsku loysingarrørsluna vóru avlurtað við Pegasus-njósnaraforritinum.

Eftir skuldsetingarnar um at hava njósnast móti katalonsku loysingarrørsluni, hevur týdningarmikli stuðulsflokkurin hjá minnilutastjórnini, vinstrahalli katalonski loysingarflokkurin, ERC,  boðað frá, at hann tekur stuðulin til stjónina aftur, so leingi Madrid ikki tekur stig til at endurreisa álitið.

Dátuverndareftirlitið í ES hevur mælt til at seta bann fyri Pegasus, nú skuldsetingar um misnýtslu eru komnar undan kavi móti stjórnum, sum hava njósnast móti mannarættindastríðsfólkum, journalistum og politikarum.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV