Altjóða orkustovnurin ætlar at lata 400 milliónir tunnur av oljugoymsluni

Altjóða orkustovnurin ætlar at lata 400 milliónir tunnur av oljugoymsluni
Støðan í Miðeystri hevur sera stóra ávirkan á oljumarknaðin í heiminum, sigur stjórin i IEA
Altjóða orkustovnurin ætlar at lata hundraðtals milliónir tunnur av olju leysar avgoymlsunum í limalondunum. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
11.03.2026 - 15:32

Tey 32 londini í altjóða orkustovninum, IEA, eru samd um at lata leysar tilsamans 400 milliónir tunnur av olju, sum londini hava á goymslu.

Tað er tað, sum stovnurin bað um, skrivar Reuters. 

Stjórin í altjóða orkustovninum, Fatih Birol, sigur, at stríðið í Miðeystri hevur sera stóra ávirkan á heimsins oljumarknaðir. Oljan á goymslu verður latin á marknaðin í samsvari við viðurskiftini hjá hvørjum landi sær.  

Jens Nymark, sum er vinnulívsviðmerkjari hjá Tv2, sigur, at støðan í Miðeystri er álvarslig. Versnar støðan kann hon gerast ring, bæði menniskjaliga og fyri allan heimsbúskapin, vísir hann á, nú ein fimtingur av heimsins olju er læstur inn í Persaraflógvanum og við Hormuz-sundið. 

 - Tað er tí, at altjóða orkustovnurin tekur hetta stigið at brúka burtur av  Talan er um tvífalt so nógva olju, sum var latin leys, tá kríggið í Ukraina brast á.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329