Fíggjarnevndin: Skeiv ráðgeving dýrkar H-bygningin

Fíggjarnevndin: Skeiv ráðgeving dýrkar H-bygningin
Nevndin heldur tað vera eina sjálvfylgju, at Landsverk krevur endurgjald frá ráðgevaranum fyri meirkostnaðin
Arbeiðið at innrætta kjallaran í H-bygninginum kostar nú 67 mió. kr.
 
03.05.2022 - 08:41

Skeiv ráðgeving er orsøkin til, at kjallarin í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum er vorðin dýrari enn upprunaliga mett.

Tað sigur Landsverk, og tað sigur Fíggjarnevndin eisini, nú hon hevur skrivað álit um hækkaðu játtanina.

Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum um at hækka játtanina.

Nevndin hevur fingið at vita, at ósemja er millum Landsverk og arbeiðstakarar um meirveitingar, sum eru 14 mió. kr.

Landsverk sigur seg hava mótkrøv, sum eru 13 mió. kr.

Í staðin fyri 46,2 mió. kr., sum arbeiðið skuldi kosta og, sum eru játtaðar, kostar tað nú 67 mió. kr.  

 

Neyðugt við tveimum goymslum

Ráðgevingin var, at bara ein goymsla var neyðug.

Men síðani er vorðið greitt, at brúk er fyri tveimum goymslum, einari reinari og einari sterilari. 

Hetta hevur eisini við sær, at lyftan skal vera tvíbýtt.

 

Átaluvert

Fíggjarnevndin heldur tað vera átaluvert, at tílíkir feilir yvirhøvur koma fyri so seint í fyrireikingunum.

Landsverk kannar, um grundarlag er fyri at leggja krav móti ráðgevaranum fyri at fáa endurgoldið tann meirkostnað, sum stendst av skeivu ráðgevingini.

Hetta heldur Fíggjarnevndin vera eina sjálvfylgju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303